Prísskipan

Niðanfyri sæst prísskipanin í MentorFO og nøkur prísdømi.

Mentorleikluturin krevur limaskap í MentorFO og formligt samband við leiðsluna. Mentorar gjalda ikki fyri eina mentorgongd.

 

  Árligt limagjald Fyrsta match, test og undanfundur (Mentor) Fyrsta match, test og undanfundur (Menti) Mentor gongd (Menti)  
Stovns- og virkislimaskapur 5.000 3.000 6.000 3.800  
Persónligur limur 1.000 3.000 6.000 3.800  
Ikki limur     6.000 5.000  

Dømi 1:
Ein fyritøka keypir stovns- og virkislimaskap á kr. 5.000. Starvsfólk hjá fyritøkuni fáa møguleika fyri leiklutum sum bæði mentor og menti. Starvsfólk kunnu taka lut í tiltøkum hjá MentorFO fyri limaprís.
Ein mentor frá fyritøkuni ynskir at taka eina NEO PI-R test, sum kostar fyritøkuni kr. 3.000, mentor.fo rindar hinar kr. 3000 kr. av teimum samanlagt kr. 6000, sum testin kostar. Mentor verður partur av einum minni mentornetverki og verður bjóðaður til serlig námsskeið, sum skulu menna og góðskutryggja mentorgongdina og mentor.
En menti frá fyritøkuni skal gjalda kr. 6.000 fyri NEO PI-R testina, undanfund og fyrsta match. Ein mentorgongd kostar harumframt kr. 3.800,00 og røkkur yvir eitt ár. Menti er altíð vertur fyri fundirnar við mentor.

Dømi 2:
Ein persónur hevur keypt persónligan limaskap á kr. 1.000 um árið og ynskir at verða mentor. Hann/hon ynskir at taka eina NEO PI-R test, sum kostar honum/henni kr. 3.000, mentor.fo rindar hinar kr. 3000 kr. av teimum samanlagt kr. 6000, sum testin kostar. Sum mentor verður hann/hon partur av einum minni mentornetverki og tekur lut í serligum námsskeiði, sum skal menna og góðskutryggja mentorgongdina og mentor.

Dømi 3:
Ein menti (limur) hevur havt ein mentor í eitt ár og ynskir eina nýggja gongd við einum nýggjum mentor. Eitt nýtt match kostar kr. 2.500, og ein nýggj mentorgongd kostar kr. 3.800.

Dømi 4:
Ein persónur ynskir ein mentor, men hevur ikki keypt sær limaskap. NEO PI-R testin, undanfundur og fyrsta match kostar kr. 6.000, og sjálv mentortilgongdin kostar kr. 5.000. Eitt nýtt match kostar kr. 2.500, og ein nýggj gongd kostar kr. 5.000.