Menti við tørvi á uttanhýsis Mentori

ML tekur síðani stigið at bjóða mentor á fyrsta fundin og syrgir fyri passandi hølum og onkrum til góman. Á fyrsta fundinum verður sambandið skipað og tosað verður um ”sáttmálan”, tal av fundum, longd á fundunum o.s.fr.
Í mentorgongdini verður arbeitt við innanhýsis avbjóðingunum hjá ML, og eitt samstarv teirra millum verður skipað. Í tilgongdini viðføra nýggj sjónarhorn og aðrar royndir hjá Mentor, at samstarvið flytir seg, og hetta hevur við sær eina betri handfaring og betri avgerðir. Báðir partar hava gagn av samspælinum og samstarvinum. Á næstsíðsta fundi verður avtalað, hvussu tilgongdin skal enda.
ML kann síðani ynskja síðani eina nýggja tilgongd við einum nýggjum mentori. Aðru ferð er ikki neyðugt við NEO PI-R og forfundum. ML fær skjótt trý mentor-evni í boði. Hann velur ein og aftaná at mentor hevur góðkent, byrjar ein nýggj gongd.
Ávegis í hesari tilgongdini velur ML eisini at taka lut í einum MentorFO tiltaki fyri ein lagaligan kostnað fyri limir.