Leikluturin sum Mentor og Menti
Heitið “mentor” nýta vit, tí tað í øldir hevur verið mest algongda heitið at nýta um leiklutin at leggja lunnar undir eitt mennandi samvirki, ið letur upp fyri, at menti mennir gávur sínar skjótari og betri enn í sjálvdrátti.
Leikluturin sum mentor
Mentor skal í stóran mun vera ein fasilitator. Mentor skal stuðla undir menningina og menningarynskini hjá menti við allari vitan, royndum og innliti sínum. Grundstøðið er, at mentor við størri og helst øðrvísi royndum sínum er førur fyri at hjálpa menti at síggja uppgávurnar og støðurnar í nýggjum ljósi, og at stuðla menti í at menna og fremja virkisætlanir á veg móti málunum, sum eru sett.
Uppgávan hjá mentor er at lurta og spyrja, men eisini at greiða frá, geva ráð og geva menti uppbyggjandi atfinningar, so tað verður avbjóðandi fyri menti. Nógv ræður um, at mentor hevur fatað leiklut sín og er vandur í at vera í honum, so at mentor fær verið menti ein góður avbjóðandi og stuðlandi samrøðufelagi. Hetta krevur dirvi, og vilja til at geva av sær sjálvum ella sjálvari. Mentorleikluturin er tí eitt framúrskarandi gott og trygt høvi at menna egnar leiðsluførleikar.
Leikluturin sum menti
Menti skal fyrst og fremst veruliga ynskja at menna seg og tora at vísa mentor somikið nógv av sín egna persóni, at veruligt samskifti fæst um viðurskifti, sum hava týdning og innihald. Orð skulu setast á avbjóðingar og trupulleikar, ið menti hevur við at fremja arbeiði sítt. Menti má vera opin fyri avbjóðingum, øðrvísi spurningum og nýggjum sjónarhornum, og samstundis hava dirvi at taka ímóti bæði atfinningum og góðum ráðum. Hetta krevur dirvi, og vilja til at geva av sær sjálvum ella sjálvari.
Menti ger av, hvussu nýggja vitanin kann verður nýtt, og hvussu økta innlitið kann skapa nýggj og betri úrslit.