Føroya MentorSkipan

Mentorskipanin arbeiðir við persónligari leiðslumenning av verandi og komandi leiðarum innan tað almenna og vinnuna. Tað snýr seg um at skapa eitt innihaldsríkt samskifti millum tveir persónar undir skipaðum, trúnaðarkendum kørmum í eini tíðaravmarkaðari tilgongd.

Málbólkur fyri mentor og fyri menti

Ágóðar fyri mentor, menti og organisatiónina

Leikluturin sum mentor og menti

Menti fær høvi til at taka upp mong ymisk evni og arbeiðsstøður fyri at fáa sett og svara spurningum, fyri at fáa sparring og afturboðan, og fyri at menna nýggj innlit, nýggja vitan og nýggjan atburð.

Mentor fær høvi at síggj heimin við eygunum hjá menti, og fær soleiðis eisini innlit, fatan og nýggja vitan.

Tey fáa høvi til, í trúnaði at grunda um fyribrigdi í lívinum og síggja tey í røttum høpi. Tey fara soleiðis at møta avbjóðingum á meira uppbyggjandi hátt, meðan trupulleikar verða handfarnir, áðrenn teir vaksa seg ov stórar.

Mentorskipanin kann verða eitt satt gullnám av læring fyri báðar partar.

Mentorskipanin er ein skjót lærutilgongd, sum er skipað við samrøðum, ið skulu kveikja nýggja orku. Hetta krevur dirvi, og vilja av báðum pørtum, til at geva nakað av sær sjálvum.