Nevndin
Poul Geert Hansen
Tiltakslimur
Barna- og útbúgvingarmálaráðið
Poulgeerth@bumr.fo
Tel. +298 555010
> Les meira
Leiðslan
Nevndin skipar eina virksemisleiðslu í MentorFO, ið hevur ábyrgd av at leiða og samskipa mentorskipanina. Nevndin hevur sett Barbaru á Tjaldrafløtti, at taka sær av virksemisleiðsluni.
Leiðslan ger eina arbeiðsskipan, sum skal taka sær av fylgjandi:
- Virka sum daglig og praktisk leiðsla av MentorFO
- Kunning um MentorFO í viðkomandi miðlum
- Heimasíðu og innanhýsis kunning
- Menning av mentorum við árligum skeiðsdøgum
- Skipa mentorar í minni MentorNetverk
- At seta saman mentor og menti
- Uppfylging og tryggja dygd
- Knýta til gransking og samstarv við aðrar partar
Nevnd og leiðsla hava felags ábyrgd av mentorskipanini og av at mentorskipanin støðugt mennist.
Skipanin inniheldur hesi evni:
- At finna rætta sparringspartin – ein mentor – til menti, so hesin kann mennast
- At skapa røttu karmarnar fyri einum læriumhvørvi, har menti saman við mentor kann granska egnar dygdir, møguleikar og ambitiónir
- At eggja bæði mentorum og mentium til at víðka sítt sjálvsinnlit við at lata tey síggja seg sjálvi úr sjónarhorninum hjá øðrum
- At geva mentorunum møguleika at menna sína leiðslu og leiðsluførleikar gjøgnum mentorleiklutin