Kunning til menti

Samband og limaskapur
Persónar, ið hava áhugað í einum mentileikluti, kunnu venda sær til MentorFO við at seta seg í samband við Edvard Heen, formann mentor@mentor.fo ella Barbaru á Tjaldrafløtti, virksemisleiðara barbara@mentor.fo Tey kunna um limaskap og mentortilgongdir.

Bæði limir og ikki-limir kunnu søkja um eina mentitilgongd.

Tvey sløg av limaskapi eru í MentorFO:

  • Stovns- og virkislimaskapur og
  • Persónligur limur

Undanfundur, test og mentortilgongd
Tá ið søkt er um eina mentortilgongd fær menti tilluttaðan ein kontaktpersón, sum ger avtalur við menti og tekur sær av víðari gongdini í málinum. Kontaktpersónurin er antin Marin Vang ella Jan Willemoes.

Ein NEO PI-R kanning, sum menti tekur, er grundarlag undir undanfundinum og tilgongdini at finna ein mentor, ið hóskar saman við menti. Menti fær útflýggjað bókina Mentor+Guiden saman við øðrum tilfari frá MentorFO.

Tilgongdin
Ein mentortilgongd varðar í 10-12 mánaðar. Vegleiðandi eru 8 avtalaðir fundir á 2-3 tímar.

Á fyrsta mentorfundi verða sambandið millum partarnar og avtalan um karmar og endamál við tilgongdini grundløgd. Menti og mentor gera og tillaga sjálvi avtalurnar, sum eisini kunnu hava í sær annað leypandi samskifti.

Vertskapur og partarnar í tilgongdini
Tað er altíð menti, ið er vertur og bjóðar inn til fundirnar, men bæði hava skyldu til at taka stig og at vísa áhuga. Tilgongdin kann býtast upp í fýra partar:

  • Fyrireiking – hin einstaki fyrireikar seg og metir um sína luttøku
  • Grunda samstarvið – læra hvønn annan at kenna, tilrættarleggja samstarvið, fáa í lag álit og trúnaðarband
  • Læringstilgongdin – spyrja, lurta, kanna, hugsa, royna og deila vitan og upplivingar, geva afturljóð o.s.fr.
  • Endin – eftirmeta úrslit og læring, eins og fagna og enda tilgongdina. Í summum førum kunnu partarnir ynskja at halda fram enn eitt ár, men vanligari er, at menti tá heldur fram við nýggjum mentori.

Mentor veður partur av mentornetverki
Allir mentorar luttaka í minni mentornetverkum við 3-5 øðrum mentorum.
Menti viðurkennir og góðkennir, at mentor sparrar við aðrar mentorar í hesum netverkum, til tess at stuðla og dugna hann til mentorleiklutin.

Trúnaðarviðurskiftini millum mentor og menti skula verða vird, tá mentorar arbeiða saman og deila vitan í mentornetverkunum.

Avsláttur og møguleikar í MentorFO
Allir limir kunnu taka lut í tiltøkunum, sum MentorFO skipar fyri, fyri niðursettan prís. Somuleiðis fara limir felagsins javnan at fáa teldupostar við viðkomandi kunning í fakligum íblástri.

Trúnaður, diskretión og etikkur
At vera partur av eini mentortilgongd er eitt álitissamband. Upplýsingar um hvør menti hevur hvønn mentor sæst ikki á heimasíðu felagsins ella aðrastaðni.

Viðurkiftini millum mentor og menti er undirgivin strongum trúnaðaratlitum. Tað merkir, at partarnir ikki umrøða ella vísa til tilfar frá samrøðunum.

Etiskar reglur er knýttar at bæði leiklutum og tilgongdini:

  • Trúnaður og álit eru avgerandi fyri mentortilgongdina
  • Mentor hevur leiklutin sum sparringspartur og gevur menti burturav sínum royndum
  • Menti má ikki brúka mentor sum tilvísing í sambandi við starvsumsóknir ella brúka netverkið hjá mentor
  • Bæði mentor og menti hava skyldu til at seta seg í samband við virksemisleiðsluna í MentorFO, um trupulleikar verða í mentorsambandinum, sum tey ikki sjálvi megna at loysa
  • Mentor og menti kunnu altíð velja at steðga umrøðuni av einum evni, um ein teirra metir, at etikkur, førleikar ella trúnaður eru í vanda fyri at verða brotin. Um tað hendir, so set teg í samband við virksemisleiðsluna.
  • Báðir partar kunnu nær sum helst avtala at bróta av mentortilgongdina. Mentor og menti skulu tá sínámillum avtala at bróta av tilgongdina, og virksemisleiðslan verður eftirfylgjandi kunnað av minst øðrum av pørtunum.

Tað eru onnur etisk viðurskifti, ið skulu umhugsast. Sí meira um hetta á her