Etiskar leiðreglur í Mentor.FO

Nógvar tvístøður kunnu taka seg upp  í leiklutinum hjá mentor, og tá kunnu etiskar leiðreglur verða ein hjálp at finna eina gongda leið.

Í MentorFO eru tvey støð at fara, fyri at umrøða sínar tvístøður og etisku umhugsanir

  • Ein lítil  bólkur av mentorum (allir mentorar verða skipaðir í lítil netverk)
  • Ein persónur í leiðsluni í MentorFO

Tað eru eingi eintýðug svar, hvat er rættast at gera hjá mentor, men at umrøða tvístøðurnar vil altíð verða ein hjálp at seta rætta kós í tí givnu støðuni.

Í MentorFO leggja vit okkum eftir teimum etisku meginreglunum, sum norðurlendsku sálarfrøðingarnir nýta. Sum dømi kunnu etisku leiðreglurnar blíva tiknar í nýtslu í tvístøðum sum hesum:

Hvat skal mentor gera, um menti mótvegis øðrum hevur ein óhóskandi atburð? Er tað ábyrgdin hjá mentor at tala at í slíkum føri?

Hvat skal mentor gera, um menti ger okkurt, sum er beinleiðis ólógligt? Hevur mentor so skyldu at melda hetta á røttum stað, ella skal mentor halda fast í sítt trúnaðarlyfti mótvegis menti?

Etiskar umhugsanir kunnu eisini verða í meiri vanligum spurningum, so sum:

  • Hvørjum ábyrgdist eg fyri í mínum leikluti sum mentor, og hvussu raðfesti eg tær ymisku ábyrgdirnar.
  • Hvussu loysi eg tvídráttir í mun til ábyrgdir – serliga í mun til trúnað
  • Hvørji mørk eigi eg at tryggja, at vit eru innan fyri í okkara samrøðum og sambondum?
  • Hvat støði av nærleika er passandi?
  • Nær eigi eg at taka meg aftur úr einum mentor/menti samstarvi?
  • Nær skal eg trýsta menti móti tí, sum eg veit, at menti hevur tørv á, í staðin fyri tí, sum menti sjálv/ur trýr, at viðkomandi hevur tørv á?

Nær eigi eg at afturhalda upplýsingar fyri menti?

Virðing
Mentor skal vísa virðing fyri grundleggjandi rættindum, virðum og integriteti.
Mentor skal leggja seg eftir at umganga, at fakliga vitanin og royndirnar hjá viðkomandi verða brúktar á ein tílíkan hátt, sum særir, dregur sær gagn úr ella kúgar menti. Mentor skal verða árvakin um og vísa virðing fyri vitanini, innlitinum, royndunum og  førleikunum hjá menti. Mentor skal tryggja menti fullkomnan sjálvsavgerðarætt og sjálvræði, herundir rættin og møguleikan at enda sambandið og mentortilgongdina.

Trúnaður og tagnarskylda
Mentor skal vísa virðing fyri rættinum til trúnað og tiga um tað, sum viðkomandi fær at vita um menti og organisatiónina hjá hesum.
Tó hevur mentor møguleika fyri at skifta orð um tvístøður og etiskar umhugsanir í lítlum netverksbólkum og/ella saman við leiðsluni í MentorFO. Hetta vil sjálvsagt eisini verða fevnt av tagnarskyldu.

Førleikar
Mentor leggur seg eftir at varðveita og menna fakliga støði og førleikarnar í mentorleiklutinum.
Mentor skal verða tilvitin um sínar fakligu og menniskjuligu veiku og sterku síður, soleiðis at viðkomandi veruleikakent kann meta um sínar egnu førleikar, at kunna verða menti til hjálpar í menningini hjá hesum. Mentor átekur sær einans uppgávur og mentortilgongdir, sum viðkomandi meinar eru innan fyri karmarnar av egnum førleikum.

Ábyrgdarkensla
Mentor er ansin um professionellu ábyrgdina í leiklutinum, sum skal røkjast í mun til menti, organisatiónina og føroyska samfelagið.
Mentor skal umganga at vera atvoldin til skaða og hevur ábyrgd av sínum gerðum. Mentor skal tryggja sær, í tann mun tað er møguligt, at íkastið og hjálpin, sum viðkomandi hevur til menti, ikki verður misbrúkt. Mentor tekur ábyrgd av dygdini og fylgjunum av sínum leikluti og verki, men er samstundis tilvitaður um, at viðkomandi er umboð fyri metorarnar hjá MentorFO.

Integritetur
Mentor miðar eftir at fremja sín persónliga integritet við at vera erligur, uttanveltaður og  vísa virðing fyri menti og viðkomandi pørtum.

Mentor miðar eftir altíð at verða reiðiligur og týðuligur í sínum leikluti og virki. Mentor er tilvitaður um sínar egnu tørvir, áskoðanir og metingar, og um sín leiklut í sambandinum við menti. Mentor misnýtir ikki sítt vald og støðu til at draga sær gagn úr bundinskapinum og álitinum hjá menti.