NEO PI-R

MentorFO hevur valt NEO PI-R testina sum part av grundarlagnum fyri samstarvinum millum mentor og menti. Hetta tryggjar eina einsháttaða og dygdargóða mentorgongd hjá tí einstaka og hjá MentorFO í síni heild. Hetta er helst hin besta testin á marknaðinum í løtuni í sambandi við at skilja og lýsa persónleika. Í tíðaravmarkaða samspælinum millum mentor og menti hevur persónleikin nevniliga alstóran týdning.

Testin byggir á alment viðurkenda ástøði innan persónleika og umboðar eina sameining av amerikanskari og enskari gransking innan persónleika í eitt áratíggju langt tíðarskeið.

Talan er um eina sálarfrøðifakliga test, sum verður fyrisitin av Dansk Psykologisk Forlag (Hogrefe) og krævur loyvisbræv. Testin verður brúkt innan leiðslumenning, persónleikamenning, toymismenning, starvsetan, 360 stig kanning og handfaring av strongd.

Í sambandi við mentorgongdina verður NEO PI-R testin brúkt av hesum orsøkum:

  • Hon gevur høvi til øktan objektivitet í samrøðurúminum – bæði fyri menti og mentor. Á henda háttin kann hon  blíva ”tann triðja røddin” í samstarvinum og samspælinum.
  • Hon økir tilvitanina um tað, sum ikki sæst ella persónurin ikki er vitandi um. Tað kann koma til sjóndar fyri persónin sjálvan og í samskiftinum við hin,  tá ið testin er gjørd og tøk hjá báðum.
  • Hon hevur hægstu dygd og er altjóða viðurkend fyri sítt sannleiksgildi.
  • Hon gevur økta kunning til partarnar. Serstakliga vil kunningin verða meiri fjølbroytt og eggja til undran og forvitni. Hetta er sera gott í eini mentorgongd.
  • Hon gevur eina einsháttaða tilgongd og tryggjar eina størri skipanarliga dygd í virkinum hjá MentorFO.

Hon gevur eisini mentor og menti eitt felags mál. Testin er ein hjálp í møtinum og tilgongdini, men kann sjálvandi eisini verða ein bági. Nýt tí altíð títt egna mál fyrst!

 

NEO PI-R testin hevur støði í fimm-tátta myndlinum (The Big Five):

Kensluligur atburður
Dimensiónin vísir yvirskipaðu kensluliga atburðin hjá persóninum. Vanliga vilja persónar, sum fáa lágt stigatal á hesi dimensiónini verða róligir og ikki bera ótta fyri komandi trupulleikum. Vísir persónleikakanningin harafturímóti, at persónurin liggur høgt í stigatali á hesi dimensiónini, so vilja strongd, ótti og alspentni skjótt vísa seg.

Ekstroversión
Dimensiónin ”ekstroversión” í NEO PI-R vísir orkustøði og sosiala tørvin hjá persóninum. Vísir persónleikakanningin at persónurin fær lágt stigatal á hesi dimensiónini, so merkir hetta, at hesi dáma best at arbeiða einsamøll ella í smáum bólkum. Hesir persónar hava ofta eina meiri formliga tilgongd til onnur fólk. Persónar, sum hava høgt stigatal, vilja ofta hava eitt høgt orkustøði og hava stóran sosialan tørv og áhuga í at verða saman við øðrum fólkum, bæði sosialt og fakliga.

Opinleiki fyri upplivingum
Dimensiónin vísir yvirskipaðu tilgongdina hjá persóninum til broytingar, nýggj hugskot og hugsanir. Persónar, sum hava lágt stigatal á hesi dimensiónini, vilja verða jarðbundnir og verkliga hugsandi. Persónar, sum hava høgt stigatal, vilja hava ríkiligt av hugskotum, verða skapandi og fús til broytingar.

Vinsemi
Dimensiónin ”vinsemi” í NEO PI-R vísir tilgongdina, sum persónurin hevur til onnur menniskju, sosialt samvirkni og álit á onnur. Persónar, sum hava lágt stigatal vilja verða kappingarsinnaðir og hava eina kalda og helst hjartaleysa áskoðan á onnur. Haraftur ímóti vilja persónar, sum hava høgt stigatal verða blídligir, beinasamir og álitisvekjandi. Persónar við høgum stigatali við leggja áherðslu á trivnaðin í bólkinum.

Samvitskusemi
Dimensiónin vísir sjálvdisiplin, samvitskusemi og skipanarhug hjá persóninum. Um persónleikakanningin vísir eitt lágt stigatal á hesi dimensiónini, so merkir hetta, at persónurin er bráður, spontanur og vil umganga reglur og skipanir. Persónar, sum hava høgt stigatal vilja harafturímóti verða framsøknir, hava sjálvdisiplin og verða perfektionistiskir.