Ein menningarmøguleiki
hjá organisatiónini

Leiðslufaklig menning knýtt saman við leiðslu í verki
Verandi og komandi leiðarar (menti) hava ofta avbjóðingar frá egnum arbeiðslívi við sær í sínum sambandi við mentor. Tað ger leiðslufakligu menningina veruleikakenda og beinleiðis viðkomandi, og góðskumennandi fyri arbeiðið í organisatiónini. Somuleiðis hevur mentor sínar egnu starvsligu avbjóðingar við sær, tá hann møtir menti, og kann fáa íblástur at loysa tær.

Eitt lokkandi arbeiðspláss
Ein organisatión, ið nýtir mentorskipan sum strategiskt menningaramboð, vil verða fatað, sum framsøkin og lokkandi. Tað ger møguleikan at varðveita lyklastarvsfólk størri og skapar eitt jaligt umdømi.

Nýggj og øðrvísi íkast til organisatiónina gjøgnum størri netverk
Ein mentortilgongd víðkar um netverk og sambond hjá bæði mentor og menti. Tað gevur nýggj og øðrvísi íkast til tann einstaka og arbeiðsplassið. At brúka uttanhýsis mentor umboðar tað nýggja og øðrvísi. At brúka innanhýsis mentor umboðar vitanardeiling og vøkstur tvørtur um mørk og avstandir.

Skræddaraseymað tilgongd við fokus á smidleika og virkisføri
Menti velur sín egna Mentor. Hetta er ein heilt serstakur møguleiki at skapa menningarmøguleikar, ið hóska neyvt til egnan tørv.
Fundirnir eru avtalaðir frammanundan eftir ítøkiligum tørvi, men partarnir kunnu avtala at hava samband leypandi við stuttum millumsamrøðum. Tað ger mentortilgongdina bæði smidliga og munadygga í mun til aðra leiðslumenning.

Áhaldandi læringsmentan
Ein mentortilgongd skapar eina beinrakna læringsmentan í eitt avmarkað tíðarskeið. Um tørvur er, ber til at halda áfram, eisini við einum nýggjum mentor.

Styrkir samanhang og menning av tí einstaka
Hvørt læringin kemur frá uttanhýsis ella innanhýsis mentor, so styrkir hon samanhangin á arbeiðaplássinum. Samstundis styrkist menti í síni menning og gevur harvið meira aftur til arbeiðsplássi.