Ein menningarmøguleiki
hjá MENTI

Persónlig sparring
Í eitt avmarkað tíðarskeið hevur menti atgongd til ein meira royndan leiðara, ið kann stuðla, avbjóða og seta tað, sum menti ynskir at viðgera, í viðkomandi sjónarhorn. Talan kann vera um faklig ella persónlig viðurskifti. Samrøðurnar vilja altíð geva menti íkast og íblástur til, hvussu farast kann fram. Menti lærir nýggjar tilgongdir í sambandi við sítt egna innlit í starvsfólk, arbeiðsgongdir, virkismentan, uppgávufatan, og megnar í størri mun at síggja og handfara ymiskar støður í egnum arbeiðslívi úr nýggjum sjónarhornum.

Eitt høvi við tær í miðdeplinum
Tað er altíð menti, ið setir dagskránna. Tær nýtist tí ikki at taka atlit til onnur luttakandi soleiðis, sum vanligt er á leiðslumenningarskeiðum v.m. Samrøðan er eitt høvi, har tú kanst seta bæði tað trupla og tað møguliga í miðdepilin.

Størri netverk
Tað verður altíð skapt eitt samband millum mentor og menti. Á hendan hátt víðkast netverkið hjá menti stigvíst. Samstundis vilja báðir partar fáa ágóða av netverkunum hvør hjá øðrum í sambandi við ymisk serlig høvi, hetta vil aftur hava við sær eitt størri netverk.

NEO PI-R testir
Øll menti verða testað NEO PI-R testini. Hetta gevur eitt gott útgangsstøði at skilja egnu atferð. Mentor verða eisini testað, fyri at skapa eitt gott útgangsstøði fyri samrøðunum.

Fakligir førleikar
Tá mentor sigur frá egnum royndum og handfaringum av fakligum uppgávum, verður menti meira tilvitaður um egnar førleikar. Menti fær og mennir nýggjar førleikar við at hoyra um avbjóðingar og royndir hjá mentor, sum menti síðani kann nýta í egnum arbeiðssamanhangi.

Styrkja egnu yrkisleið
Ein mentortilgong er eitt givið høvi at nýta ein ella fleiri mentorar í sambandi við at menna egnu yrkisleið.