Ein menningarmøguleiki
hjá MENTOR

Faklig íkast og kveiking
Tvær ferðir um árið verða mentorarnar, ið eru virknir í skipanini, bodnir á workshops/seminar, sum er fyriskipað og fíggjað av  Mentorskipan Føroya. Fakligt tilfar verður eisini javnan sent mentorunum.

MentorNetverk
Sum mentor tekur tú lut í minni netverkum, har mentorar sparra um avbjóðingar, læring og geva góð ráð. Í einum netverki eru 3-5 mentorar, netverkini skipa seg sjálvi. Í Mentorskipan Føroya eru fleiri netverk samstundis.

NEO PI-R testir
Allir mentorar verða testaðir í NEO PI-R testini. Hetta gevur eitt gott útgangsstøði at skilja egnu atferð. Menti verða eisini testað, fyri at skapa eitt gott útgangsstøði fyri samrøðunum.

Persónligir førleikar
Mentor fær høvi at venja og menna førleikar sum empati, samrøðuhættir, at skifta millum sjónarhorn, evnini at rúma øðrum fatanum, førleikar í at eygleiða og lurta, at fullnýta egnu vitan og evnir v.m.

Hetta kann hava við sær, at mentor lærir nýggjar tilgongdir í sambandi við sítt egna innlit í starvsfólk, arbeiðsgongdir, virkismentan, uppgávufatan, og í størri mun megnar at síggja og handfara ymiskar støður í egnum arbeiðslívi úr nýggjum sjónarhornum.

Fakligir førleikar
Tá mentor sigur frá egnum royndum og handfaringum av fakligum uppgávum, verður mentor meira tilvitaður um egnar førleikar. Tann ótilvitaða mongdin av fakligum førleikum verður soleiðis tilvitað.

Størri netverk
Tað verður altíð skapt eitt samband millum mentor og menti. Á hendan hátt víðkast netverkið hjá mentor stigvíst við nøgdini av menti. Samstundis vilja báðir partar fáa ágóða av netverkunum hvør hjá øðrum í sambandi við ymisk serlig høvi, hetta vil aftur hava við sær eitt størri netverk.