Mentor ynskir Menti

Ein organisatión hevur ein stovns- og  virkislimaskap í MentorFO.

Bæði stjórin og tveir deildarleiðarar ynskja at verða virknir sum mentorar. Orsøkirnar eru ymiskar, men felags fyri tey er, at tey meina at tað vil verða mennandi og geva íblástur at verða í hesum leiklutinum.

Stjórin (S) setir seg í samband við MentorFO. S verður testað við NEO PI-R og hevur ein undanfund við MentorFO (hálvur dagur). S fær eina stutta innleiðslu, eina mentor-bók og tekur lut á einum skeiði, sum MentorFO skipar fyri.

Tað gongur so ein tíð, tá koma brádliga tveir sera ymiskir menti, sum ynskja at brúka S í eini mentorgongd. S umhugsar at velja báðar menti – og at byrja tvær parallelar mentorgongdir.

Seinni kennir S seg betri føra í sínum egna leikluti og organisatión. S kennir seg meira dygga í sambondunum og nærveruni, sum ger S meira skikkaða í sinum egna leiðaraskapi. Harafturat tykist, sum S hevur fingið størri innlit í aðrar vinnugreinar og hevur fingið størri skil á skipanum og samfelagnum.

Á leiðini verður S knýtt at einum minni bólki av mentorum. Tey hittast javnan og umrøða mentorleiklutin og tær avbjóðingar, sum tað hevur við sær. Hetta felags átakið er ein styrki fyri dygdina, etikkin og egna læring í mentorleiklutinum.

Luttøkan í lítla bólkinum av mentorum verður eitt frugtagott netverk, sum gevur íblástur og nýggjar møguleikar i egnum lívi.

Báðir deildarleiðararnir verða eisini virknir mentorar.