Menti í innanhýsis Mentorskrá

Ein størri organisatión í Føroyum hevur ein stovns- og virkislimaskap. Í samstarvi við MentorFO hava tey gjørt eina innanhýsis mentorskrá, har starvsfólk og millumleiðarar hava eina mentorgongd saman við einum meiri royndum og hægri settum leiðara. Hetta verður gjørt sum partur av strategisku førleikamenningini í organisatiónini.

Eitt lyklastarvsfólk (NM) verður testað við NEO PI-R og hevur ein undanfund við MentorFO (hálvur dagur). Í samspæli við internu Mentorskránna verður NM sett saman við einum mentori frá egnari organisaión. NM tekur stigið og bjóðar mentor til fyrsta fundin. NM syrgir fyri hóskandi hølum og onkrum afturvið til góman. Á fundinum verður sambandi skipað og tosað verður um “sáttmálan”, tal á fundum, longd, innihald og formi v.m. Á sama hátt verða orð sett á, t.d. at tilgongdin er eitt serstakt rúm við serstakum trúnaði, sum koyrir parallelt við vanliga lívið í organisatiónini.

Á næstsíðsta fundinum verður avtalað, hvussu tilgongdin skal rundast av og enda.

Organisatiónin hevur serstakt gagn av at deila vitan og royndir  tvørtur um leiðslustig og deildir. Uppgávuloysnin og samanfesti í organisatiónini verður munandi styrkt.