Tá vitlíki hevur svarið – hvat skal leiðarin so duga?
MentorCafé við Jazzi á Reinsarínum
3. november 2026 kl. 19.00-21.30 – tiltakið er ókeypis!
Skrá
19.00 Mingling og smábitar, køkur, kaffi og te.
Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen, spæla jazz.
19.15 Vælkomin v/ Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu
19.20 Ein mentortilgongd: Richard Mortensen, mentor og Danny Kechtan, menti, greiða frá síni mentortilgongd.
19.35 Tá Vitlíki hevur svarið – hvat skal leiðarin so duga?
Nina Bech Damgaard Petersen, tech-advokat. Bech Bruun advokatar.
Nýggj krøv verða sett til leiðslu og góða virkisleiðslu, nú vitlíki mennist við rúkandi ferð!
Nina setur sjóneyga á vitlíki út frá einum praktiskum sjónarhorni.
Við støði í ítøkiligum royndum hyggja vit nærri at:
- hvat tú sum leiðari skalt fyrihalda teg til,
- hvussu tú kanst seta karmar um eina ábyrgdarfulla vitlíkisnýtslu á arbeiðsplássinum og
- hvørjar løgfrøðiligar og rakstrarligar váðar tú skalt navigera í.
20.05 Steðgur við tónleiki, mingling og smábitum v.m.
20.30 Panelorðaskifti:
- Bára M. Gásadal, staravsfólkastjóri, Føroya Tele
- Ulla Joensen, stjóri, Elektron
- Nicolai Balle, deildarleiðari, Talgildu Føroyar
- Orðstýrari: Ingunn Eiriksdóttir
21.25 Samanumtøka og takk fyri kvøldið.
Ingunn Eiriksdóttir, forkvinna
Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen spæla jazz.
Tilmelding
Boða frá luttøkur her:
barbara@mentor.fo og
Fylg við á Facebook her