Samrøða um leiðaratrivnað

Lill Palmblad, vinnusálarføðingur, vitjaði Mentor.fo 23. og 24. oktober og skipaði tvey væl vitjað tiltøk um leiðaratrivnað.

Lill hevur saman við Louise Dinesen skrivað bókina Hvem passer på chefen? Í hesum sambandi tók Mentor.fo stig til at hava samrøðu við hana um leiðaratrivnað. Guðny Vang hevði samrøðuna, sum gevur gott innlit í hvat trivnaður hjá leiðarunum er og hví tað er neyðugt at arbeiða við leiðaratrivnaði.