Viðtøkur fyri Mentorskipan Føroyar
§ 1. Navn og heimstaður
Navn felagsins er Mentorskipan Føroyar, MentorFO.
Felagið hevur heimstað í Tórshavn.
§ 2. Endamál
Endamálið við felagnum er at víðka førleikarnar og netverkið hjá leiðarum og ábyrgdarpersónum í føroyska samfelagnum gjøgnum eina mentorskipan.
§ 3. Rakstur og fíggjarviðurskifti
Raksturin av felagnum verður fíggjaður við limagjaldi og luttøkugjaldi til tiltøkini hjá felagnum.
Felagið er almannagagnligt og miðar sostatt ikki eftir vinningi. Møguligur vinningur verður nýttur til at stuðla undir endamálinum.
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið. Kravt verður eitt árligt limagjald. Limagjaldið verður ásett á árliga aðalfundinum.
Felagið verður bundið við undirskriftum hjá tveimum nevndarlimum, harannar er formaðurin ella ein, sum hevur fingið heimild/fulltrú frá honum.
§ 4. Limir
Felagið vendir sær til:
- Leiðarar, bæði núverandi og komandi, innan tað privata og almenna
- Undirvísarar, lesandi og onnur áhugaði á økinum
Felagið hevur hesi sløg av limaskapi:
- Stovn- og virkislimaskapur
- Persónligur limur
MentorFO er eitt almannagagnligt felag. Tað verður væntað av limunum, at teir eru virknir og hjálpa til við at røkka endamálum felagsins.
Árliga limagjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 1. apríl í einum álmanakkaári til 31. mars í næsta almanakkaári. Umbøn um limaskap skal verða latin skrivliga til felagið. Limaskapur er fyri eitt ár í senn. Sigur limur seg úr felagnum, skal tað fara fram skrivliga í seinasta lagi 31. mars í sama álmanakkaári, sum limaskapurin endar. Um ein limur ikki hevur goldið limagjaldið í seinasta lagi ein mánað eftir skrivligu áheitanina frá felagnum, missir viðkomandi limaskapin í felagnum sjálvvirkandi – og harvið møguleikan at luttaka í tiltøkum felagsins.
Aðalfundurin kann avgera at útihýsa einum limi við vanligum meiriluta av teimum, sum eru møttir á fundi. Limir, ið hava sagt seg úr felagnum, og útihýstir limir hava ikki rætt til ognir felagsins.
§ 5. Leiðsla felagsins
Nevndin verður vald millum limir felagsins á árliga aðalfundinum. Nevndin er hægsti myndugleiki felagsins millum aðalfundirnar.
Nevndin hevur 4-6 limir, sum verða valdir fyri tvey ár í senn. Nevndin skipar seg sjálv á fyrsta fundi eftir aðalfundin við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Nevndin er viðtøkufør, tá 3 limir eru til staðar, harímillum formaðurin. Nevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, hevur formaðurin, ella virkandi formaðurin, avgerandi atkvøðuna.
Nevndin skipar eina virksemisleiðslu í MentorFO. Í virksemisleiðsluni kunnu nevndarlimir og onnur sita. Virksemisleiðslan ger eina arbeiðsskipan, sum skal taka sær av fylgjandi:
- Virka sum daglig og praktisk leiðsla av MentorFO
- Kunning um MentorFO í viðkomandi miðlum
- Heimasíðu og innanhýsis kunning
- Menning av mentorum við árligum skeiðsdøgum
- Skipan av mentorunum í minni MentorNetverk
- At seta saman Mentor og Menti
- Uppfylging og tryggja dygd
- Knýta til gransking og samstarv við aðrar partar
§ 6. Aðalfundur
Hægsta leiðsla felagsins er aðalfundurin.
Regluligi aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári áðrenn 1. apríl. Nevndin ásetur tíð og stað. Skrivlig fundarboð til aðalfundin saman við dagsskrá skal vera send limunum í seinasta lagi tríggjar vikur undan aðalfundinum umvegis teldupost.
Uppskot um mál, sum limir vilja hava viðgjørd á aðalfundinum, skulu sendast skrivliga til nevndina og vera henni í hendi í seinasta lagi tvær vikur undan aðalfundinum. Nevndin kunnar allar limir um uppskotini, hon hevur fingið, í seinasta lagi eina viku undan aðalfundinum.
Skráin fyri aðalfundin er hendan:
- Val av fundarstjóra og fundarskrivara
- Ársfrágreiðing frá nevnd
- Góðkenning av roknskapi
- Uppskot til fíggjarætlan komandi ár
- Innkomin uppskot
- Áseting av limagjaldi
- Val av nevndarlimum og eykalimum
- Val av grannskoðara
- Ymiskt
Valrætt hava persónligir limir og navngivin umboð fyri virkislimirnar. Atkvøðugreiðsla er treytað av, at limagjaldið er goldið. Virkislimir hava 2 atkvøður og persónligir limir hava 1 atkvøðu.
Avgerðir á aðalfundum verða tiknar við vanligum meiriluta. Tó krevst, at í minsta lagi 2/3 av greiddu atkvøðunum á aðalfundinum eru fyri, um avgerð skal verða tikin um broyting av viðtøkum felagsins ella avtøku av felagnum. Tað kann ikki atkvøðast við fulltrú a aðalfundinum.
Innbjóðingin til aðalfundin verður send limunum minst tríggjar vikur áðrenn fundin umvegis teldupost. Í innbjóðingini skal standa, at møgulig uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 2 vikur áðrenn fundin.
Eykaaðalfundur verður hildin um nevndin avger tað ella um meira enn helvtin av limunum ynskja tað.
Nevndin kann til eina og hvørja tíð boða til eykaaðalfundar. Um í minsta lagi 1/3 av limunum við skrivligari grundgeving krevja hetta, skal nevndin við í minsta lagi 3 viku freist boða til eykaaðalfundar, sum skal verða hildin í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at áheitanin er komin til nevndina. Saman við fundarboðunum skal vera grundgivin dagsskrá.
§ 7. Uppathald
Felagið kann bert avtakast av einum aðalfundi. Verður felagið avtikið, verður ogn felagsins nýtt í samsvari við endamál felagsins. Avgerð verður tikin um hetta á seinasta aðalfundinum.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi tann 14. februar 2017
____________________________________
____________________________________
____________________________________
____________________________________
____________________________________
____________________________________