Endamál

MentorFO er karmurin um at skipa og menna eina føroyska mentorskipan. MentorFO er ein lítil felagsskapur við einum stórum endamáli:

At skapa sum flestar samrøður millum luttakarar í einum avmarkaðum, trúnaðarkendum umhvørvi, sum fara at gagna og menna persónin, leiklutin og organisatiónina.

Mentorskipanin
Mentorskipanin er formligi karmurin, sum leiðslan í felagsskapinum skapar. Skipanin inniheldur hesi evni:

  • At finna rætta sparringspartin – ein mentor – til menti, so hesin kann mennast
  • At skapa røttu karmarnar fyri einum læriumhvørvi, har menti saman við mentor kann viðgera spurningar og granska egnar dygdir, møguleikar og ambitiónir
  • At eggja bæði mentorum og mentium til at víðka sítt sjálvsinnlit við at lata tey síggja seg sjálvi úr sjónarhorninum hjá øðrum
  • At geva mentorunum møguleika at menna sína leiðslu og leiðsluførleikar gjøgnum mentorleiklutin

Leiðslan
Leiðslan eru tey, ið hava ábyrgd av at leiða og samskipa mentorskipanina. Leiðslan skipar seg við einum fyriskipara, ið skipar virksemið og myndar leiðsluna úteftir – hetta kann, men nýtist ikki at vera ein og sami persónur.

Samansetingin av mentori og menti fer fram við tí endamáli at finna pør, har møguleikin fyri at læra og avbjóða svarar best til tað sum menti ynskir og er til reiðar at læra. Leiðslan skipar fyri einari skipaðari menning av mentor og mentorleikluti.

Fígging
Bæði mentor og menti gjalda luttøkugjald. Ein partur av luttøkugjaldinum fer til at menna mentorarnar við tiltøkum fleiri ferðir um árið og onnur tiltøk í fremja endamálinum. Ein partur fer eisini til samskipan.