Innbjóðing til forkunnugt Mentortiltak

– fyrstu ferð í Føroyum!
Hósdagin 16. mars kl. 19-21 á Hilton Garden Inn

Gestarøðari er Kirsten M. Poulsen, stjóri í KMP+ House of Mentoring

Modernaða Mentoring

Vit fegnast um at kunna bjóða til hetta serstaka tiltakið, har vit saman við mentorserfrøðinginum Kirsten M. Poulsen frá KMP+House of Mentoring geva innleiðslu í Modernaða Mentoring og saman seta mentoring á skrá í Føroyum. Kirsten fer at greiða frá, hvussu Modernað Mentoring, sett í rættar karmar í mun til mál og strategi í organisatiónini, kann verða við til at betra um talent- og leiðslumenningina, økja um organisatorisku savningarmegina og verða við til at menna yrkisleiðina hjá tí einstaka.

Sum luttakari á tiltakinum, fert tú heim við

  • Einari greiðari fatan av, hvat Modernað Mentoring er fyri nakað
  • Hvat innihaldið er í professionellari mentoring
  • Hvørjir avgerandi tættirnir eru í einari professionallari mentorskrá
  • Góð ráð um, hvussu tú sjálv/ur finnur ein mentor.

Hví er mentoring eitt gott hugskot? Mentoring er við til at skapa trivnað, vøkstur og menning – fyri tann einstaka og fyri organisatiónina sum heild. Í mun til coaching, som oftast er meira stuttskygd, so snýr mentoring seg um langtíðarmenning, tíð til refleksjón undir trúnaðarkendum kørmum – eitt stað í frælsi, har tann einstaki við nýggjum eygum, fær høvi at síggja seg sjálvan, sínar styrkir og møguleikar.

Kirsten sigur, at tað er týdningarmikð at seta mentoring á skrá í øllum sløgum av organisatiónum.
“Mentoring skapar eina lærumentan, sum bæði styrkir fyritøkuna og tann einstaka. Í einari lærumentan eru øll varug við at hjálpa hvør øðrum tvørtur um fakmørk. Starvsfólk hava eina størri fatan av mál og strategi hjá organisatiónini og duga betri at síggja, hvat tey sjálvi kunnu leggja afturat. Á tann hátt fremur mentoring samstarv og savningarmegi – nakað, sum allar organisatiónir hava brúk fyri.”

Tilmelding

Melda til á mentor@mentor.fo

Kirsten M. Poulsen

Kom og spæl Mentor+Spælið™

Her fært tú høvið at uppliva heilt ítøkiliga, hvat mentorleikluturin inniber og saman við hinum luttakarunum umrøða, hvussu mentoring kann vera við til at menna teg og tína organisatión. Tað er Kirsten M. Poulsen, sum hevur ment amboðið, sum hevur verið brúkt síðani 2009 til at venja fleir enn 10.000 mentorar og mentiar kring allan heimin.