Mentor.fo setir leiðaratrivnað á breddan
Hósdagin 23. oktober kl. 9.00 – 15.30 á Hotel Hilton
Hvør tekur sær av leiðaranum?
Hvør tekur sær av leiðarunum, meðan teir taka sær av starvsfólkunum og týdningarmiklu uppgávunum? Tað er spurningurin, sum Lill Palmblad, vinnusálarfrøðingur og høvundur til bókina Hvem passer på chefen? tekur upp á dialoggrundaðum evnisdegi um leiðaratrivnað, sum Mentor.fo skipar fyri 23. oktober á Hotel Hilton.
Leiðsla er eitt arbeiðsumhvørvi við høgum váða, merkt bæði av strongd og eldhuga – og trivnaður hjá leiðarum hevur beinleiðis ávirkan á úrslitini og á tað góða arbeiðslívið, bæði hjá leiðarum og starvsfólki, men vit tosa ov lítið um tað! Lill setur orð á tað serstaka við leiðarastarvinum og vísir á, hvat vit kunnu gera fyri at leiðarar kunnu trívast.
Endamálið við evnisdegnum er at skapa eitt felags mál um trivnað og arbeiðsumhvørvið hjá leiðarum og at geva íblástur og hugskot til víðari arbeiði á tykkara arbeiðsplássum, í leiðslutoymum og í mentortilgongdum.
Dagurin verður skipaður við einari blanding av uppleggum, virknari luttøku og venjingum – kom og ver við!
Tilmelding
Skrá
Hvør tekur sær av leiðarunum, meðan teir taka sær av starvsfólkunum og týdningarmiklu uppgávunum?
Tað er Lill Palmblad, vinnusálarfrøðingur og høvundur til bókina Hvem passer på chefen?, sum skipar og leiðir evnisdagin.
Kl. 09.00 Innleiðing
– Leiðsla sæð við trygdarbrillum
– Hví skulu vit tosa um leiðaratrivnað?
– Tað serstaka við leiðarastarvinum
Kl. 12.00 Døgurði
– Vegir til leiðaratrivnað
– Okkara vegir – víðari hiðani
Kl. 15.30 Takk fyri í dag
Gjøgnum dagin: Upplegg, orðaskifti, reflektiónir, steðgir.
Eftir skeiðið: Luttakarar fáa avrit av framløguni, íroknað amboð.
Um Lill Palmblad
Lill Palmblad er vinnusálarfrøðingur og góðkendur arbeiðsumhvørvisráðgevi. Hon er stjóri og eigari í Palmblad Erhvervspsykologi og Better Worklife, og gav hon í januar 2024 út bókina ‘Hvør tekur sær av leiðaranum?’ saman við vinnu- og kreppusálarfrøðinginum Louise Dinesen.
Síðani 2003 hevur Lill arbeitt í og fyri organisatiónir við serligum denti á at menna og tryggja møguleikan hjá fólki at arbeiða, avrika og trívast saman. Hennara sergreinar fevna um leiðslu og leiðaratrivnað, trupul arbeiðsumhvørvismál, arbeiðið hjá organisatiónum við arbeiðsumhvørvinum, umframt fyribyrging og handfaring av strongd á organisatiónsstigi og á einstaklingastigi.
Lill hevur sjálv 10 ára royndir sum leiðari. Frá tíðini sum stjóri í Arbejdstilsynet hevur hon innlit í donsku reglurnar og mannagongdirnar á økinum.
Lill leiðir og fasiliterar netverk innan arbeiðsumhvørvi og leiðslu fyri EGN Danmark, og hevur hon verið eksternur lektari á Københavns Universitet, Institut for Psykologi, og arbeiðir sum coach og vegleiðari fyri leiðarar, serfrøðingar og aðrar sálarfrøðingar. Lill var í 8 ár leiðari fyri sertoymið hjá Arbejdstilsyninum, ið arbeiddi við sálarliga arbeiðsumhvørvinum.