Ársaðalfund

MentorFo hevur ársaðalfund mikudagin 10. apríl kl. 16.00.
Fundurin verður á Hotel Hafnia.

Eftir aðalfundin greiða Gunn Ellefsen og Jens á Skipagøtu frá gongdini í hondbóltinum seinastu árini og um mentalu venjingina.

 

Skráin til aðalfundin er henda:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara
2. Ársfrágreiðing frá nevnd
3. Góðkenning av roknskapi
4. Uppskot til fíggjarætlan komandi ár
5. Innkomin uppskot
6. Áseting av limagjaldi
7. Val av nevndarlimum og eykalimum. Jan Willemoes, Edvard Heen og Árni Jakobsen standa fyri vali.
8. Val av grannskoðara
9. Ymiskt