Fyrilestrar við Anders Fogh Jensen, heimspekingi

Hósdagin 6. juni í Norðurlandahúsinum til Mentorar og Virkislimir

Fyrrapartin (9.00-12.00)

Projektsamfundet

Verkætlanir eru allastaðni, í skúlanum, á arbeiðsplássinum, í umsitingini og í tí, sum fyrr nevndist privatlívinum. Tað er torført ikki at hava nakra verkætlan. Og um ein ikki skuldi havt eina verkætlan, kann man doypa um sínar arbeiðsuppgávur til verkætlanir. Viðurskiftini viðvíkjandi arkitekturi, námsfrøði og institutiónum verða í dag løgd soleiðis til rættis, at til ber at ganga væntanunum um verkætlanarsamfelagið á møti.

Hví eru verkætlanir allastaðni?
Heimspekingurin, Anders Fogh Jensen, hevur ymisk svar uppá spurningin. Tað vísir seg so, at verkætlanir standast av skiftinum ella broytingini í vesturlendsku mentanini, har mátin, vit skapa sambond, er broyttur, og somuleiðis mátin vit hittast. Her verður hugsað um rúm og stað. Ein verkætlan er ein arbeiðsháttur, har man blandar gamlar organisatiónir á ein nýggjan hátt, til at vera ein verkætlan. Arbeiðið sníkir seg alt meir inn í heimið, heilsuverkætlanir eru við á feriuni og skúlin setur eins stór krøv til, at tú ert virkin, sum hann setur til tína fakligheit. At liva í hesum verkætlanarsamfelagnum, har man hugsar og skilir uppgávurnar í mun til tíðaravmarkaðar verkætlanir, og har tað allatíð verður væntað, at vit svara “Ja, Frálíkt ella Super”, setur nýggj krøv til einstaka menniskja. Tað eru onnur ting, vit skulu duga nú í mun til fyrr. Og tað eru samstundis váðar, sum liggja á lúr.

Uppgávan hjá mentor er at lurta og spyrja, men eisini at greiða frá, geva ráð og geva menti uppbyggjandi atfinningar, so tað verður avbjóðandi fyri menti. Nógv ræður um, at mentor hevur fatað leiklut sín og er vandur í at vera í honum, so at mentor fær verið menti ein góður avbjóðandi og stuðlandi samrøðufelagi. Hetta krevur dirvi, og vilja til at geva av sær sjálvum ella sjálvari. Mentorleikluturin er tí eitt framúrskarandi gott og trygt høvi at menna egnar leiðsluførleikar.

Seinnapartin (13.00-15.30)

Pseudoarbejde

Hvorfor har vi så travlt og hvad har vi travlt med?

Í 1930´unum hildu klók fólk, at vit í dag fóru at arbeiða 15 tímar um vikuna. Veruleikin vísir seg tó at vera ein heilt annar. Í dag hava nógv fólk ovmikið at gera, men hvat er tað, tey í roynd og veru gera?

Við støði í bókini Pseudoarbejde, Hvordan vi fik travlt med at lave ingenting (m. Dennis Nørmark, Gyldendal 2018) greiðir heimspekingurin Anders Fogh Jensen frá, hvørjar mekanismurnar eru, sum síggja út til at skapa meira arbeiði, hvørjaferð tøknin skal eitast at avloysa okkum, og hvat vit sum einstaklingar, sum leiðarar, og sum samfelag kunnu gera fyri at fáa meira frítíð. Tí tað gleðiliga er, at vit kunnu fáa nógv meira frítíð, enn vit halda, um vit innrætta okkum eitt sindur skilabetri.

Tilmelding

Tú kanst luttaka fyrrapartin og seinnapartin – samanhangandi ella hvør sær. Báðir fyrilestrar eru sera áhugaverdir.

Tiltakið er serliga ætlað limum og virkislimum hjá MentorFO. Tó kunnu onnur áhugað melda til, einstaklingar og stovnar/fyritøkur.

Tekna teg við at skriva til: mentor@mentor.fo seinast mikudagin 29. mai 2019 og upplýs navn, adressu og t-post adressu.

Prísur

Fyrilestrar í Norðurlandahúsinum
(Íroknað frokost)

Limir og virkislimir
Kr. 1.250,-

Onnur
Kr. 2.500,-

Anders Fogh Jensen er heimspekingur, rithøvundur, fyrilestrahaldari og virkin debattørur í miðlunum. Ph.D. frá Københavns Universitet og D.E.A. í heimspeki frá Sorbonne.

Hevur skrivað:
Metaforens magt (2001),
Mellem ting, Foucaults filosofi (2005),
Magtens kartografi, Foucault og Bourdieu (2006),
Projektsamfundet (2009),
Projektmennesket (2009),
Epidemos, En lille bog om store epidemier (2011),
Hvordan skal jeg leve mit liv, Kierkegaard? (2013)
Pseudoarbejde (2018)

Fá meira at vita og hoyr podkast á www.filosoffen.dk